![]() |
Litirnir
á føroyska seyðinum -
Frá náttúru til snið Við
Malan
á Lofti |
|
Upprunaligi
norðurlendski seyðurin, sum hevur verið til á okkara parti av klótuni
í túsundur av árum, er lættur at kenna aftur á litunum. Litirnir
kunnu vera heilt frá sjórutum,
rádjóralíknandi, til sera
klárar og atskiltar litir. Ongastaðni í okkara øki, frá Finnlandi í eysturi til Grønland í vesturi, eru litirnir og mynstrini so klár og nógv útbreidd sum í Føroyum. Í Føroyum hevur hvør seyður egið navn alt eftir liti og mynstrinum á seyðinum. Litirnir eru spakuliga á veg burtur allastaðni. Samtíðar kærleikin fyri standarisering vinnur frama tíverri eisini millum okkara gomlu norðurlendsiu litaðu seyðir. Í Føroyum hevur hendan nenning ikki vunnið frama, møguliga tí at landið liggur so fjart í norðuratlantshavinum. Møguliga er tað av føroyskari siðvenju og stoltleika av føroyska seyðinum. Sheep- Isle, sum í grundini er ein "lýsandi heimasíða", ið bert eygleiðir støðuna, fer nú aktivt inn og setur fokus á fjølmeingi, litirnar og mynstrini undir slagrópinum: Nýt tey!" Uttan nýtslu doyr hesin mentannararvurin spakuliga. Ein ungur spennandi føroyskur sniðgevi, Malan á Lofti, er í holtur við at brúka fjølmeingi til at finna veg í mótaheiminum við einum sniði, sum er bygt á føroyska seyðin. Malan á Lofti: "Síðan eg var barn, havi eg verið bergtikin av litspælinum á seyðinum, sum familjan eigur í Vágunum. Við støði í mínari útbúgving sum sniðgevi, royni eg nú at gera klæðir, sum kunnu seljast sunnafyri, helst í stórum kollektiónum, men við at varveita upprunaliga fjølmeingið. Hetta er ein ótrúliga trupul uppgáva við nógvum foringum. Sheep- Ilsen hevur í skjótt eitt ár fylgt Málan á veg móti hennara fyrstu skinnkollektión - ein kollektión, sum eisini hevur eitt lítið innslag frá Íslandi, Gotlandi og Hjelm Sheep-Ilse vónar, at niðanfyristandandi PDF-fíla gevur tær eitt innlit í breiddina í einum serligum nútíðar sniði, sum beinleiðis er bygt á fjølmeingið í føroyska seyðinum. Dr. Stefan Aðalsteinsson, norðurlendski kendasti granskarin innan litir og mynstur, var 1 - 7 juli í 1977 í Kirkjubø, har hann kannaði mynstrini og litirnar á fylgjunum hjá Páll og Sverra Patursson. Hildið verður, at tað júst var í Kirkjubø, at Erlendur skrivaði "Seyðabrævið" daterað 28 juni 1298, - eitt av elstu og best varveittu og litríku lógardokumentum í Norðanlondunum. Stefan er boðin við á Bryggjuna, men at heilsuávum ber ikki til hjá honum at koma. Nú 29 ár seinni vísir Malan á Lofti eitt úrval av hennara klæðum og leggur afturat: "Í mínum sniðum rynni eg tilviðat at tekkjast býarmenniskjunum í 21. øld."
|
||
|