Sheep-Isle hevur vitjað Føroyar

Litirnir á føroyska seyðinum

Seyðurin á Norður Ronaldsoynni – við havsins strendur

Føroyar – 18 seyðaoyggjar í vesturi

Seyðalitir og frábrigdi - hava vit norðmenn gloymt nøvnini -

Kongsbóndi hevur heila oyggj

 

Vælkomin til Føroyar

Upprunin til ætlanina  

Sheep- isle hevur altíð havt ein sertokka fyri oyggjum. Oyggum av øllum sløgum- frá teimum heilt stóru til tær heilt smáu, bygdar eins og óbygdar, men allar við seyði, tí upprunaliga seyðinum í norðuri. Seyði á grønum oyggjum gyrdum av bláa havinum. Grønland í vesturi, Lofoten í norði, einari oyggj í finska skergarðinum, Hjelm í Kattegat, Hetland, North Ronaldsay umframt nógvar aðrar oyggjar – Allar liggjandi í einum rundingi kring ein náttúrligan miðdepil – 18 grønar oyggjar í Norðuratlandshavinum, gyrdar av havinum og við seyði á øllum oyggjunum – morreyðum, svørtum, hvítum, gráum, flekkutum umftramt øllum litunum, sum eru har í millum – FØROYAR.

Sheep-Isle hevur ikki varnast miðdepilin, men hevur verið í útryðini! Í ár fer Sheep-Isle at bøta um hetta. Alt árið verður ein long fokusering upp á menniskjuni og seyðirnar í Føroyum.

Í ár sendi Sheep - Isle út eina nýggjársheilsan á føroyskum við einari óneyvari yvirlýsing um at ”fara vestureftir” til Orkney, Shetland, Ísland og Føroyar. Men seinast nevndi oyggjabólkurin dróg til sín alt sketnið, og tað var heilt skjótt greitt, at Føroyar hevði eina vitan og mentan knýtta at seyðahaldinum, sum fór at krevja eitt heilt serligt íkast.  

Men tann spakuliga kimanin til ætlanina sá dagsins ljós á sumri og heysti 2005, tá ein røktingamaður í Føroyum skrivaði:

”Jeg tror, man skal være ekspert for at se forskel på Deres Spælsau og den færøske, som du kan se på min hjemmeside http://heima.olivant.fo/~gni/Jeg har læst Dr. Stefan Aðalsteinsson's artikkel. Aðalsteinsson har engang været på Færøerne og gjort en undersøgelse af farven på de færøske får (Frequency of color genes in Faroe Islands Sheep). Det ser meget interessant ud med Spælsau på en ø, men hvor ligger øen og kan man besøge den?”

Litirnir á føroyska seyðinum síggjast allastaðni á teimum grønu oyggjunum – við havinum í bakgrundini. Men kunnu litirnir brúkast? Kunnu litirnir umsetast til nýtslu til menniskju – í nútíðar sniðgeving?

Móti árskiftinum í 2005 sá Sheep Isle eitt dømi upp á, at hetta var møguligt. Hetta var ein av íblástrunum til nýggjársheilsanina á føroyskum!  

Síðan hevur tað gingið skjótt, og tað, sum við ársskifti var fløkjasligt og spennandi, er nú umsett til royndir – blivið ein ætlan, við egnari ætlanarskipan, við ørðum orðum blivin ítøkilig.

Norsk Sau & Geit við blaðstjóranum Arne Flatbø er komið við í ætlanina, so tað nú er ein felagsætlan millum NSG og Sheep- Isle. Skjótt var greitt, at neyðugt var at seta ein persón við fakligari bakgrund á uppgávuna. Ein, sum kundi ferðast við til Føroyar og kundi gera allan tann tunga fakliga partin av ætlanini og ikki minst samstundis stýra ætlanini.

Valið fall náttúrliga á Veroniku Seim Bech, som stendur fyri fylgjandi í ætlanini: ”Sum fótfólk og seyða serfrøðing” hevur ætlanin knýtt Veroniku Seim Bech. Hon var útlærd á  Noregs Lanbbruksskole í 1999 við høvuðsfaki í húsdýrahaldi í haga, og hon hevur millum annað arbeitt í fimm ár í NSG við høvuðsdenti á seyð og onnur beitidýr mótvegis rovdýratrupulleikanum.

Ætlanin verður kallað ”Seyður og frændir í Føroyum”. At ætlanin bleiv veruleiki kemst av eldhuga og opnum ørmum á fólkum í Føroyum, sum hava seyðin tætt hjá.

Náttúrliga fer tað fakliga at seta dám á nakrar greinar í Sau &Geit og á Sheep Isle, men samstundis verða søkuligar ávísingar, eitt nú Seyðabrævið, lagdar út í Cyberspace!

Tað verða ávísingar úr Shetlandi og Íslandi, men fyri tað mesta úr Norra, vesturstrond Noregs. Tey søguligu bondini millum Føroyar og Vestlandið hava verið nógv gjøgnum tíðinar.

Høvuðsmálið verður føroyskt, norskt og enskt. Í hesari ætlan fer Danmark bert at hava ein lítlan leiklut, tí á tí økinum er sera lítið samband til seyðahald í Føroyum.

Greinar, sum hava beinleiðis samband við Danmark, til dømis um føroyskan seyð í Danmark, verða sjálvandi umsettar til danskt.

At enda vilja vit sera fegið takka øllum, sum hava verið við til at fáa ætlanina upp at standa. Fyrst og fremst takka við ”Frændum okkara í Føroyum”. Eisini takka við Annette Sørensen, Føroysku umboðsstovuna á Norðuratlantsbryggjuni fyri ráð og hjálp, og ikki minst takka við Nordisk Genbank Husdyr (NGH) fyri stuðul til ætlanina.

 

Arne Flatebø                          Kjeld Malthe-Bruun                   Veronika Seim Bech