Føroyingar
hava upp gjøgnum tíðina ment bæði orðavalið og skipanina, tá ið
teir nevna seyðalitir við øllum hugsandi litbrigdum. Hava vit havt slík
nøvn á seyðalitum, og eru tey møguliga farin í gloymskuna?
Størti
parturin av føroyska seyðinum er hvítur, svartur ella gráur, men
morreyður og fleirlittur seyður við mongum litbrigdum er eisini
vanligur.
Seyðamaðurin
Gudmund
Ein
maður, ið røktar seyð, verður á føroyskum róptur seyðamaður, og
ein teirra er Gudmund K. H. Niclasen, ið hevur røktað í Tjørndalsegg
í Vágum í brátt 30 ár. Hagin er ul. 500 ha til víddar, og hægsta
staðið er 574 metrar. Áseyðatalið er ul 160, og seyðurin gongur úti
alt árið. Seyðamaðurin verður valdur av teimum tólv ognarunum í Miðvági,
sum eiga hagan.
Gudmund
K.H. Niclasen seier ”Eg er svært interessert i å kome i kontakt med
folk i Noreg som kjenner norske namn for sauen sine fargar og avteikn”
(Foto: Sheep-Isle)
Litnøvn og frábrigdi
Gudmund
hevur havt áhuga fyri seyðalitum og frábrigdum, so langt aftur hann
minnist. Føroyingar hava eins og vit norðmenn markað seyð í oyruni,
so hann kann kennast frá grannahøgunum. Men haraftrat var neyðugt at
kenna hvørja einstaka ær. Á tann hátt mentist orðavalið og ein
skipan, so til ber at greiða ymsu litirnar og øll frábrigdini.
Vansin
við plastmerkjum
Oyramarkið
verður enn brúkt í Føroyum, men teir flestu brúka eisini plastmerki.
Tey hava tann stóra fyrimun, at hvør seyður hevur sítt nummar, men alt
gott hevur eina rangu. Numrini gera, at ikki er neyðugt at nevna litir og
litbrigdi, og tí er vandi fyri, at hesin kunnleikin fer í gloymskuna.

Foto: sheep-Isle
Kunnleikin
um litirnar
Gudmund
dugdi at síggja hetta, og tá ið hann var valdur til seyðamann, fór
hann at savna og skriva upp, hvussu seyðalitir og frábrigdi hava verið
nevnd. Hann hevur verið í flestu bygdum í Føroyum og fekk at vita frá
eldru seyaðamonnum, hvussu glaðir teir vóru fyri, at ein var, sum vildi
varðveita hesa vitan. Litnøvnini byggja á, at hvítt er grundliturin.
Ein seyður verður litnevndur eftir, hvørjum liti mest er av aftan á hvítt,
síðani eftir litbrigdum við nøkrum reglum fyri, hvørji litbrigdi vera
nevnd fyrst. Ein lítil munur er á litnøvnunum í ymsu bygdunum, men
Gudmund hevur savnað 180 høvuðsbólkar av litbrigdum. Haraftrat koma
samansetingar av litfrábrigdunum.
Kennir
tú norsk nøvn á litum og litbrigdum?
Fyrstu
føroyingar komu frá Vestlandinum, og málið um seyð og seyðahald líkist
nógv. Tað kann vera, at vit í Noregi hava havt ein líknandi skipan at
nevna seyðalitir. Spurningurin er, um færri seyðalitir og plastmerkini
gera, at vit hava gloymt hesa vitan. Gudmund vil fegin fáa samband við
norðmenn, sum kenna nøvn á norskum seyðalitum. Kunnu litnøvnini verða
savnað í eina bók?
Veronika
Seim Bech
veronikaseim@yahoo.co.uk
|