Norsk Sau og Geit nr. 3/2006

 

Í hesari útgávuni av blaðnum verður vitjað í Føroyum. Oyggjarnar, sum liggja vestanfyri Norra. Tað er fyrrverandi NSG-starvsfólkið Veronika Seim Bech, sum hevur verið útsendingi okkara til ”Seyðaoyggjarnar”

Seyðahaldið í Føroyum hevur mikið til felags við mátan vit drivu og partvíst dríva seyðahaldið í dag fram við norsku strondini. Og seyðaslagið minnir eisini um okkara spelseyðasløg.

Norsk Sau og Geit hevur í dag fleiri enn 20 seyðaánarar í Føroyum, sum halda Sau og Geit. Vit vóna, at fleiri fáa hug at lesa limablað okkara, og vit taka fegin ómóti fleiri haldarum úr Føroyum.

Tað vera fleiri greinir frá Føroyum í teimum bløðunum, sum koma seinni í ár.

 

Fakta um Føroyar.

Oyggjar: 18, 17 eru búsettar.

Øki: 1400 km²

Stødd: 113 km langar og 75 km breiðar.

Strandalinja: 1100 km

Hægsta fjall: 882 m.

Fólkatal 48300

Mál: Føroyskt

Trúgv: Evangeliska lutherska.

Stýri: heimastýrisskipan. Partur av danska kongaríkinum. Ikki limur av ES. 
   


Føroyar – 18 seyðaoyggjar í vesturi

 
Veronika Seim Bech
veronikaseim@yahoo.co.uk  

 
Á Evropakortinum eru Føroyar ein prikkur millum Stórabretland og Ísland; á somu linju sum Tróndheim. Men hyggur tú nærri at teimum 18 oyggjunum úti í havinum, finnur tú slættan bø, grasklæddar líðir, brøtt fjøll, eitt gestablítt fólk og seyð – nógvan seyð allastaðni.

”Fær” er tað gamla norrøna orðið fyri seyð, og navnið ”Seyðaoyggjarnar” hóskar eins væl í dag, sum tá tann fyrsti vesturlendingurin kom higar.
 

Føroyskir frændir
Forfedrarnir hjá føroyingunum vóru bøndur, sum komu um havið frá Bergenleiðini um 800-talið. Oyggjarnar vóru ein nógv sigandi partur av harradømi og vóru nógv merktar av Hansa- keypmonnunum í Bergen

Ert tú av vesturlandinum og vitjar Føroyar í dag, varnast tú, at tey flestu orðini, sum er knýtt til seyðaprát, eru skillig, og at ein samrøða við ein seyðaáhugaðan føroying gongur upp á stás, so leingi teir ikki eru entusiastiskir og práta ov skjótt.

Uttan seyðin var ivaleyst neyvan gjørligt fyri menniskjuni at búseta seg á hesum oyggjunum. Kjøtið og ullin vóru avgerandi fyri at fáa mat, skógvar og klæði. Fiskur, fuglur og hvalur vóru umráðandi matkeldur, men veiðumøguleikarnir vóru alt eftir veðrinum. Tað er lívshættisligt at klúgva í fuglabjørgunum ella at fara til og frá teimum brøttu klettunum við báti, tá tað er vindur og alda.
Føroyingar hava havt ein vesturlendskan livistandard í langa tíð, men teir hava hildið upp á mentanina og hildið á við millum øðrum seyðahaldinum. Talið á áseyði hevur verið støðugt síðan miðøldina.



Seyðurin í Føroyum hevur nógv til felags við okkara egnu gamlu spelseyðasløg.
(Gammalnorsk sau/ Gammalnorsk spælsau).
(Foto: Thomas Bech)

 

Tann føroyski seyðurin
Seyðaslagið er av gomlum norrønum uppruna við stuttum hala og hevur mong litbrigdi. Ul. 30% er hvítt, 30% er svart, og 30 % grátt. Ymsir morreyðir litir eru eisini, og ein partur er fleirlittur. Flestu veðrar eru hyrntir, og flestu ær eru kollutar. Vektin á veðrum liggur um 80 kg. livandi vekt, og ærnar liggja um 50 kg.  Ærnar lemba eitt sindur yvir eitt lamb í miðal. Og miðalvektin á fimm mánaðar gomlum lombum er ul. 14 kg.

Gunnar Bjarnason á Føroya Búnaðargrunni heldur, at seyðaslagið er tað slagið, sum kom til oyggjarnar fyri umleið 1000 árum síðani, og at íleguávirkanin uttaneftir hevur verið lítil. Onkur søga sigur, at seyður var fluttur úr Hetlandi til sunnaru oyggjarnar í Føroyum og úr Íslandi til tær norðaru oyggjarnar eftir sjúkuna svartafelli, sum tók lívið av nærum øllum seyðinum í 1500 talinum.

Eisini er sagt, at seinastu seyðirni av upprunaslagnum vóru skotnir á tí avbyrgdu oynni Lítlu Dímun ul. 1850. Hesin seyðurin hevði livað á oynni nærum uttan røkt, var svartur, og var minni enn núverandi seyðurin og líktist meira geitum. Tríggir av hesum slagnum standa útstappaðir á Føroya fornminnissavni í Havn. Men Bjarnason heldur, at hesin seyðurin var smáur og svartur, tí hann hevði livað í órøkt leingi, og av tí at tann hvíti seyðurin hevur verri nøringarevni.

 
70.000 áseyðir
Í Føroyum eru 70.000 seyðir í haga og bø. Oyggjarnar eru 1400 km2 til støddar, tvs 1/20 partur av støddini í Sogn og Fjordane fylke.
 

 
Næstan allur seyðurin gongur úti alt árið. Sjálvt um veðrið er sera skiftandi, er lítil munur á sumri og vetri. Ikki er serliga heitt um summarið, og kaldastu vetrarmánaðirnir hava 3 C. hitastig í miðal. Nakað av kava er, men hann liggur sjáldan leingi. Seyðurin, sum gongur á trøðum um summarið, ”Heimaseyður”, er seyður, sum ánarin ikki hevur frælsi til í haganum. Hesin seyður er bert til egna nýtslu og fær ískoytisfóður um veturin.

Seyðatalið hevur verið tað sama í fleiri hundrað ár, men kønir menn halda, at talið er heldur hægri, en hagarnir kunnu bera. Samstundis vita seyðaánararnir, at kjøtvektin minkar, um ov nógvur áseyður er, og at hægsta vektin av kjøti er í eini javnvág við áseyðatalið.

Føroyskt seyðahald er víðtøkt. Slagið tolir nógv av og skal helst klára seg sjálvt. Skipanin í haganum  er umleið tann sama, sum fyrisett er í Seyðabrævinum 1298 ein lóg frá Hákuni Magnusson, hertoga, seinri kongi í Noregi.

 

 
Kongsjørð og óðalsjørð
Jørðin er býtt sundur í kongsjørð og óðalsjørð, umleið helvt um helvt. Kongsjørðin var kongsins ogn, og var rikin av kongsbøndum, sum høvdu festibræv og guldu eina leigu fyri jørðina. Nú eigur Føroya løgting kongsgarðarnar, og teir vera riknir av festarum. Óðalsjørðin er privat jørð, sum kann arvast ella seljast. Tann, sum eigur nógva óðalsjørð, kann kalla seg óðalsbónda, men flestu óðalsmenn eiga bara smærri stykkir at nýta til egið brúk. 

 

Innangarðs og uttangarðs


Bygdin Sandavágur:Her sæst týðiliga munur á innan- og uttangarðs. (Foto: Thomas Bech)

 
Um bygdirnar eru gamlir grótgarðar og hegn týðilig mark millum bø og haga. Lítið hevur verið av veltum bøi, so tað hevur altíð verið umráðandi at verja grasið, kornið og grønmeti fyri seyði. Ì flestu støðum hevur hagin frá gamlari tí verið felags øki. Nakrar bygdir hava eisini hildið fast um ta skipanina, at eisini seyðurin var felags ogn. Støddirnar av bøi vóru grundarlag fyri at rokna út, hvussu stóran part hvør einstakur átti í haganum, av fugli og grind.
 

Gullið verður brent
Eitt gamalt orðatak sigur: ”Ull er Føroya gull.” Og vísir hetta, at ull hevur verið ein týðandi útflutningsvøra. Sagt verður, at føroyska ullin hevur serliga nógv lanolin í sær, sum ger, at ikki druknar lætt ígjøgnum. Eisini skal ein blanding av grovari og fínari ull vera sera góð bjálving móti hita og kulda. Nú er ullarprísurin so lágur, at nógv verður brent. Mangar staðir verður ullin løgd í rúgvur í fjøruni, olja stoytt á og tendrað í, so roykurin stígur til himmals. Áðrenn seyðurin verður royttur næstu ferð, hevur havið skolað burtur seinastu kolaðu restirnar.

Tó eru vónir um, at ullin aftur kemur til heiðurs og æru. Ein partur av mentanini er at binda og veva ullint. Til høgtíðir og veitslur eru fólk skrýdd í ullintum klæðum í øllum litum. Og ungdómurin hevur aftur tikið til sín siðbundnu føroysku klæðini. 

Kunnleikin til at handfara ta føroysku ullina á rættan hátt er ikki gloymdur, og seinastu árini hevur tilevning bæði av ull og skinnvørum ment seg. Fleiri ungir væl útbúnir sniðgevar hava sett saman úrval bæði úr skinni og ull og hava verið til framsýningar ymsar staðir úti í heimi frá New York til Tokyo. Kanska opnar hetta hurðarnar fyri skinn- og ullvørum.
 

Heimafletting og søla
Men fyrst og fremst hevur kjøtið áhuga. Og í tí hevur føroyingurin nógvar møguleikar. Skalt tú smakka ”føroyskan” mat, so er seyðakjøt á borðinum í ymsum frábrigdum.


  (Foto: Thomas Bech)

Næstan alt verður flett heima og umsett á heimamarknaðinum. Tað eru ikki strangar reglur um flutning, fletting og góðsku, so fyrisitingarútreiðslurnar eru smáar, og seljarin fær góðan prís fyri slaktið. Men henda skipanin kann bara halda sær, so leingi eftirspurningurin er størri enn útboðið, og so leingi nútíðar húski keypa heil ella hálv krov. Keypsrísurin er nú ul. 52 kr.kKilo u.mvg. Føroyingar ganga nógv eftir kjøtsmakkinum og kunnu væl gjalda meir fyri kjøt, ið smakkar væl.
 

33 kg av kjøti til hvønn um árið
Tað finnast ikki neyv tøl um privata sølu, men Gunnar Bjarnason metir árligu framleiðsluna av seyðakjøti til  umleið 850 tons. Har aftrat verða innflutt umleið 400- 600 tons av seyðakjøti. Úr hesum tølum síggja vit, at føroyingar eta 33 kg. av seyðakjøti í part um árið. Til sammetingar kann nevnast, at nýtslan í Noregi er 5,5 kg. til hvønn. 

 
Menningin í nýggjari tíð
Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya, sigur, at nógvir bøndur eru farnir at hava mjólkneyt, men at virkisføri í mjólkframleiðslu hevur minkað talið av framleiðarum úr 140 niður undir 50 seinastu 25 árini. Hóast hesa gongdina er mjólkaframleiðslan vaksin. Føroyar hava nú nóg mikið av mjólk og mjólkaúrdáttum sjálvar.

Fyri at verða mest møguliga sjálvbjargin verður almennur stuðul latin til nýuppdyrking. Sjálvt um onnur vinna, sum fiskiskapur og fiskaaling, hevur verið nógv størri enn landbúnaður, so er kortini so, at menningin í landbúnaðinum er góð við nútímansgerð og uppdyrking á størru gørðunum.

Av bøndunum, ið bert hava seyð, eru bert nakrir fáir, ið hava fulltíðararbeiði. Flestu teirra hava annað arbeiði og, sum Patursson sigur, ógvuliga vanabundnir og áhugaðir. Royndir hava verið gjørdar at sligið saman smáar óðalsognir til størri óðalsgarðar. Men tað hevur verið trupult, tí tað er umráðandi at eiga eitt sindur av bøi, tí tað gevur rætt í haga og eisini í felagsskapinum um seyðahaldið. 

 
Jonheðin H. Trondheim med nokre av heimesauene sine som går på beite like utanfor Torshavn by.
(Foto: Thomas Bech)

 
Seyðaáhugin og arbeiðið við honum minnir ikki so lítið um tað sama hjá seyðabøndum í Noregi, og felagsskapurin um hagarættindi hevur helst líknandi virði fyri bygdir í Føroyum, sum felagsskapurin um heystveiðu hevur í norskum bygdum.

Ein seyðaeigari í Argjum, Jonheðin Tróndheim, segði við einum stórum smíli um sín seyðaáhuga: ”Eg havi seyðasjúkuna. Hon smittar og kann ikki lekjast.” 

 


Næstan sum heilagar kýr í India:Seyðurin beitir til inngongdina á Hotell Føroyar i Tórshavn.
 (Foto: Thomas Bech)

 

Veronika Seim Bech
veronikaseim@yahoo.co.uk